Línuskipini varðveita alla toskakvotuna á Flemish Kap

Línuskipini varðveita alla toskakvotuna á Flemish Kap
Hóast kvotan veksur munandi næsta ár, sleppa aðrir skipabólkar ikki upp í part
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
28.09.2023 - 12:40

Toskakvotan á Flemish Kap næsta ár verður nærum tvífalt so stór sum í ár, góð 2.600 tons, men tað merkir ikki, at aðir skipabólkar sleppa upp í part.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Línuskipini eiga kvotuna, bæði tá ið hon veksur, og tá ið hon minkar, sigur hann. 

Stóra økingin í toskakvotuni kemst av, at limalondini í NAFO eru samd um at loyva eini munandi størri heildarveiðu á Flemish Kap.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm í útvarpstíðindunum: 

 

28092023_Dennis_um_Flemish_Kap

 

Sandshavið og hini línuskipini sleppa eisini næsta ár at fiska alla toskakvotuna á Flemish Kap.

 

NAFO staðfestir, at útlitini fyri toskastovnin eru góð næstu tvey árini.

Umframt 2.617 tons av toski kunnu føroysk skip eisini fiska 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap næsta ár.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank eru framvegis illa fyri, og tí verður heldur ikki loyvt at fiska rækju har næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775