Biðja um eykajáttan til tunlarnar, so arbeiðið ikki steðgar

Biðja um eykajáttan til tunlarnar, so arbeiðið ikki steðgar
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur betur enn væntað, og tí verður biðið at flyta játtan fyri 2024 til í ár
Fyri at arbeiðið í tunlunum Norður um Fjall ikki skal steðga, verður biðið um at flyta 40 milliónir av játtanini næsta ár til í ár. (Savnsmynd)
 
29.09.2023 - 14:26

Arbeiðið upp á tunlarnar Norður um Fjall gongur so mikið væl, at verður ikki meiri peningur játtaður nú, er vandi fyri, at arbeiðið steðgar í heyst.

Landsstýrið biður tí um 40 milliónir kr. i eykajáttan.

Játtanin í ár er 130 milliónir kr.

Tað fer at hava við sær, at arbeiðið verður skjótari liðugt, og at verkætlanin samanlagt verður bíligari, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Í fíggjarlógaruppskotinum næsta ár eru 150 milliónir kr. settar av á løguætlanini at gera tunlarnar lidnar. Men verður eykajáttanin latin nú, kann játtanin í 2024 lækka 40 milliónir kr.

 

522 milliónir

Sambært verklagslógini um tunlarnar Norður um Fjall skal alt arbeiðið kosta tilsamans 522 milliónir kr., og tað skal eftir ætlan verða liðugt í 2024.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið biður eisini um 10 milliónir kr. í eykajáttan at leingja leigusáttmálan um Herjólf III, tað sum eftir er av árinum til farmaflutning á Suðuroyarleiðini.

Uppskotið um eykajáttan frá Fíggjarmálaráðnum fyri september hevur góðar 54 milliónir kr. í halli.

Sí uppskotið um eykajáttan her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858