Vænta 123 millónir í vinningsbýti næsta ár

Vænta 123 millónir í vinningsbýti næsta ár
Landskassin hevur seinastu trý árini fingið slakar 340 milliónir fyri sín triðing í BankNordik
Vinningsbýtið næsta ár stavar í høvuðsheitum frá BankNordik og Føroya Tele. (Savnsmynd)
 
02.10.2023 - 09:40

Landsstýrið væntar at fáa 123 mió. kr. í vinningsbýti frá almennum partafeløgum í 2024.

Tað eru 2,6 mió. kr. meira enn í ár.

Landskassin hevur seinastu trý árini fingið slakar 340 milliónir fyri sín triðing í BankNordik.

Væntað vinningsbýti stavar í høvuðsheitum frá BankNordik og Føroya Tele. 

 

Landskassin væntar at fáa 79 milliónir kr. fyri partabrøvini í Smyril Line. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Partabrøv í Smyril Line

Ætlanin er at selja landsins partabrøv í Smyril Line í ár.

Landið væntar at fáa 79 milliónir krónur fyri tey partabrøvini.

Ongar inntøkur vóru frá vinningsbýti frá almennu grunnunum í 2022 og væntandi vera heldur ongar í ár.

Roknað verður við sjey milliónum krónum í vinningsbýti frá Realinum í 2024.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083