Fara nú at útvega annað skip fyri Tjaldrið

Fara nú at útvega annað skip fyri Tjaldrið
Í 2025 er ætlanin at játta fýra milliónir til endamálið. Bæði Tjaldrið og Brimil skulu umvælast næsta ár
Tjaldrið er gamalt og ótiðarhóskandi, og vandi er fyri, at tað verður lagt, sigur landsstýrið.
 
02.10.2023 - 12:10

Í 2025 verður farið undir at útvega nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið.

Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.

Har stendur, at Tjaldrið er eitt elligamalt og ótíðarhóskandi skip, sum fyllir 50 ár um tvey ár. 

Hóast væl røkt, so eru sannlíkindini fyri, at skipið endaliga verður lagt vegna brek størri fyri hvønn dag.

Og har stendur, at farið verður í næstum undir at fyrireika at byggja ella útvega skip fyri Tjaldrið.

 

Koblingarnar á Tjaldrinum skulu skiftast, og annar høvuðsmotorurin á Brimli skal umvælast. 

 

Í 2025 er ætlanin at játta fýra milliónir til endamálið. Kontan eitur nýtt vaktarskip.

Koblingarnar á Tjaldrinum skulu skiftast. Játtaðar eru tríggjar mió. kr. til tað í 2024.

Annar høvuðsmotorurin hjá Brimli skal takast sundur og umvælast. Játtaðir eru 1,5 mió. kr. til tað arbeiðið í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083