Dýrari húsaleiga og minni stuðul til útbúgving

Dýrari húsaleiga og minni stuðul til útbúgving
Húsaleigan hjá teimum flestu, sum búgva í íbúð frá Almannaverkinum, hækkar næsta ár. Samstundis missa ungfólk á serbreyt stuðul frá Almannaverkinum
Almannaverkið hevur kunnað eindirnar um, nýggir sáttmálar verða gjørdir millum borgarar og Almannaverkið á nýggjárinum.
 
03.10.2023 - 14:33

Beint eftir summarfrítíðina sendi Almannaverkið út kunning til allar eindir um, at allir leigusáttmálar millum borgarar og Almannaverkið fara úr gildi, og nýggir sáttmálar verða galdandi frá 1. januar 2024.

Í hesum liggur eisini ein hækking av húsaleiguni hjá teimum flestu, sum búgva í íbúð frá Almannaverkinum.

Kringvarpið hevur sæð ein slíkan leigusáttmála.

Sáttmálin er millum eitt fólk við menningartarni og Almannaverkið. Viðkomandi býr í einum kamari, sum er 12 og ein hálvan fermetur í Havn. Kammarið hevur atgongd til felags ves.

 

Hækkar 500 kr. um mánaðin

Fyri hetta hevur viðkomandi fyrr rindað 2.500 krónur um mánaðin. 1. januar hækkar húsaleigan 500 krónur, so hesin skal rinda 3.000 krónur um mánaðin.

Onnur leigumál hækka enn meira, men tað verður tó gjørt soleiðis, at tað skal ganga eitt ár ímillum, at húsaleigan verður hækkað 500 krónur um mánaðin.

Eitt annað spariátak er, at ung, sum fara á serbreyt í fýra ár, fyri at gera seg klár til arbeiðsmarknaðin, ikki longur skulu fáa stuðul frá Almannaverkinum.

 

Stuðulin frá Studna verður varðveittur.

 

Bara stuðul frá Studna

Higartil hevur ein ungur á serbreyt, sum býr heima hjá foreldrunum, fingið 3.000 krónur um mánaðin frá Almannaverkinum aftrat teimum 2.000, sum tey fáa frá Studna í útbúgvingarstuðuli.

Hesar 3.000 krónurnar skulu nú takast burtur, so samlaði stuðulin verður tær 2.000 krónurnar um mánaðin frá Studna.

Landsstýrið væntar, at hetta átakið fer at spara landskassanum 1,3 milliónir krónur næsta ár.

 

Fía Petersen er forkvinna í Javna.

 

Kann gerast dýrari sum frá líður

Ætlaðu sparingarnar eru serstakliga óhepnar og kunnu við tíðini fara at kosta landinum nógv meira enn ætlaða sparingin.

Tað er boðskapurin frá Javna, sum júst í hesi løtu viðgerð ætlaðu átøkini hjá landsstýrinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03102023_Javni_og_sparingar


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098