Vinnuhúsið: Elbilar verða dýrari, og færri fara at keypa

Vinnuhúsið: Elbilar verða dýrari, og færri fara at keypa
Fíggjarmálaráðið eigur at brúka meira tíð at fyrireika broytingar í avgjaldslógini, heldur Vinnuhúsið
Dýrir bilar, sum brúka el ella vetni, ikki sleppa undan avgjaldinum 1. januar. (Savnsmynd)
 
04.10.2023 - 09:40

Broytingarnar fara at gera elbilar dýrari. Og tað ger hugin at keypa teir minni.

Tað sigur Vinnuhúsið um uppskotið hjá landsstýrinum, um at bilar, sum brúka el ella vetni, ikki sleppa undan avgjaldinum longur.

1.januar næsta ár skulu hesir bilar rinda virðisgjald av tí partinum av cif-virðinum, sum fer upp um 200.000 kr.

Gjaldið er 45 prosent av tí, sum er yvir 200.000 krónum.

Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot um hetta til hoyringar.

 

Luksusbilar

Endamálið við uppskotinum er at leggja avgjald á dýrar persónbilar, sum nýta ravmagn ella vetni, eitt ár fyrr enn galdandi lóggáva ásetir.

Hesir bilar, teir sum kosta meira enn 200.000 kr., vera kallaðir luksusbilar í lógaruppskotinum.

Vinnuhúsið sigur, at eru allir elbilar ella vetnisbilar, sum hava eitt avgjaldsskyldugt virði uppá meira enn 200.000 kr., luksusbilar, so er bara ein lítil partur av skrásettu elbilunum seinastu 10 árini, sum ikki eru luksusbilar.

 

 

CO2-sparing

Vinnuhúsið heldur, at Fíggjarmálaráðið eigur at fara meira grundleggjandi til verka og brúka meira tíð uppá at fyrireika broytingar í avgjaldslóggávuni fyri skrásetingarskyldug akfør.

Í slíkum fyrireikingum kundi eisini verið roknað, hvussu stóra CO2-sparing, vit fáa av avgjaldsfrítøkuni av elbilum og vetnisbilum.

Og um tað er mest kostnaðareffektivi hátturin at minka um útlátið av veðurlagsgassum.

Uppskotið hjá landsstýrinum er á dagsskránni fyri tingfundin í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846