Dømdir føroyingar skulu hava betri rættindi á stovni í Danmark

Dømdir føroyingar skulu hava betri rættindi á stovni í Danmark
Lóg um fótfjøtur kemur eftir ætlan í gildi 1. juli næsta ár
Eitt upprit, sum Kriminalforsorgin hevur gjørt, visir, at tað ber eisini til at brúka fótfjøtur í Føroyum. (Savnsmynd)
 
09.10.2023 - 08:40

Føroyingar, sum verða dømdir á stovn í Danmark, skulu hava betri rættindi.

Tað ætlar danska stjórnin.

Hon fer at koma við nøkrum lógarbroytingum í hesi tingsetuni hjá fólkatinginum, sum skulu gera støðuna betri hjá føroyingum og grønlendingum, sum vera dømdir at fara á stovn í Danmark.

 

Fótfjøtur

Stjórnin fer eisini at koma við uppskoti um at broyta føroysku rættargangslógina og lógina um revsifulnað, so til ber at brúka fótfjøtur í Føroyum.

Landsstýrið hevur biðið um uppskotið.

Kriminalforsorgin gjørdi í 2021 og 2022 eitt upprit um møguleikan at brúka fótfjøtur í Føroyum.

 

Í gildi næsta summar

Niðurstøðan er, at tað ber til at gera somu skipanir, sum tey hava í Danmark.

Lógarásetingarnar um fótfjøtur og um útslúsing, tað er at beina fólki á rætta kós, skulu koma í gildi 1.juli næsta ár.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083