Vinnunevndin ójøvn á máli um at broyta rúsdrekkalógina

Vinnunevndin ójøvn á máli um at broyta rúsdrekkalógina
Samgongan er fyri, Fólkaflokkurin er ímóti og Sambandsflokkurin tekur støðu í tingsalinum
Landsstýrið hevur skotið upp at loyva bryggjaríum og brennaríum at selja egna framleiðslu í sambandi við gestavitjanir. (Savnsmynd)
 
10.10.2023 - 08:38

Fólkaflokkurin tekur ikki undir við, at føroysk bryggjarí og brennarí skulu sleppa at selja egna framleiðslu í sambandi við gestavitjanir. Tað er, at fólk og bólkar fáa rundvísing á sjálvum framleiðslustaðnum.

Tingmenninir, Árni Skaale og Jørgen Niclasen, skriva í álitinum, sum er komið úr vinnunevndini, at vinnupolitiskt er uppskotið ein fyrimunur fyri rúsdrekkaframleiðarar, men teir halda samstundis, at uppskotið ikki samsvarar við endamálið í rúsdrekkalógini, sum er at avmarka rúsdrekkanýtsluna. Teir mæla tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum um eina viku. (Savnsmynd)

 

Samgongan fyri

Samgonguumboðini í vinnunevndini, Annika Olsen, Karlot Hergeirsson og Uni Holm Johannesen, halda, at við hesari broytingini kunnu vinnuaktørar í Føroyum veita eitt frægari heildartilboð. Tey vísa eisini á, at sølan verður undir skipaðum og avmarkaðum kørmum, tí hon framvegis ikki verður opin fyri almenninginum.

Umboðini fyri Sambandsflokkin í vinnunevndini, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, siga, at tey fara at taka støðu til málið í tingsalinum.

Onnur viðgerð verður um eina viku, týsdagin 17. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256