Uppskot um príseftirlit á veg í tingið

Uppskot um príseftirlit á veg í tingið
Broytingarnar skulu geva Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka virkisøkið í kappingarlógini
Virkisøkið hjá Kappingareftirlitinum verður víðkað. Lógarbroytingin kemur í tingið í november. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.10.2023 - 09:01

Í november fær løgtingið uppskot um broytingar í kappingarlógini.

Broytingarnar skulu geva Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka virkisøkið í kappingarlógini.

Talan verður um ásetingar um eftirlit við prísi og ásetingar í revsipartinum og partinum um amboð í lógini. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um eftirlit við matvøruprísum.

 

Eftirlit við kapping

Landsstýrismaðurin svarar, at síðani kappingarlógin kom, hevur eftirlitið við matvøruprísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum.

Tað er við grundarlagi í útboði og eftirspurningi.

Eftirlit er eisini við, at marknaðarstøður ikki verða misnýttar ella prísir og vinningur avtalaðir.

Vit mugu tó ásanna, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska eru avbjóðingar við at skapa virkna kapping, sum tryggjar røttu prísirnar, sigur Høgni Hoydal.

 

Uppskot fall

Í vár fall eitt uppskot í løgtinginum um at seta á stovn eitt príseftirlit.

Men sagt var, at kappingarlógin skal stimbrast.

Og tí arbeiðir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið nú við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083