Joe Biden: Hetta er reinur óndskapur

Joe Biden: Hetta er reinur óndskapur
Amerikanski forsetin vissaði um, at USA stendur saman við Ísrael, og at Ísrael hevur rætt til at verja seg
Amerikanski forsetin Joe Biden kallar gerðirnar hjá Hamas "reinur óndskapur"
 
10.10.2023 - 19:43

"Hetta er reinur óndskapur."

Tað segði amerikanski forsetin Joe Biden fyri løtu síðan í eini almennari røðu um tað, sum er hent í Ísrael seinastu dagarnar.

Hann segði, at fólkið í Ísrael hevur upplivað "reindyrkaðan óndskap frá blóðugu hondunum hjá yvirgangsfelagsskapinum Hamas, ein bólkur, hvørs almenna endamál er at drepa jødar," segði Joe Biden.

Amerikanski forsetin vísti á, at meir enn 1.000 fólk hava latið lív í Ísrael, harímillum 14 amerikanskir statsborgarar.

"Foreldur slaktað, meðan tey brúktu sín kropp til at verja síni børn - andstyggiligar søgur um børn, sum verða myrd, heilar familjur dripnar. Ung fólk dripin á einum tónleikafestivali, sum fagnaði friði," segði Joe Biden, sum júst hevði tosað við ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu í telefon.

"Eg segði honum, at um USA hevði upplivað tað sum tit uppliva, hevði okkara aftursvar verið knapt, avgjørt og øgiligt", segði amerikanski forsetin, sum enn einaferð vissaði um, at USA stendur saman við Ísrael, og at Ísrael, eins og øll onnur heimsins lond, hevur rætt til at svara aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688