Taka arbeiðið uppaftur í næstu viku

Taka arbeiðið uppaftur í næstu viku
Ætlanin er at breiðka Funningsfjarðarvegin 150 metrar í ár.
Funningsfjørður.
 
16.10.2023 - 09:45

Í hesari vikuni byrjar arbeiðið aftur at breiðka Funningsfjarðarvegin.

Í 2019 fór Landsverk at breiðka vegin frá vegnum millum Fjarða til Funningsfjørð.

Hildið var fram í 2021 og 2022. 

Ætlanin er at breiðka 150 metrar í ár. Tá er breiðkanin komin til fyrstu húsini í bygdini. 

 

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur spurt um Funningsfjarðarvegin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Dennis Holm sigur, at tá arbeiðið, sum nú byrjar, er liðugt, eru 350 metrar eftir til íbindingina til Funningsvegin.

Haðani eru 500 metrar gjøgnum bygdina til íbindingina, sum er oman til havnarlagið í Funningsfirði. 

Umframt at breiðka hetta strekkið, er neyðugt at gera gongubreyt og gera ábøtur á brúnna, sum er við omankoyringina til havnarlagið, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083