Fimm ára fongsul fyri at smugla kokain

Fimm ára fongsul fyri at smugla kokain
Verjarnir hjá dømdu kvinnunum hava skotið dómin inn fyri landsrættin
Føroya rættur hevur dømd tvær kvinnur úr Peru fimm ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.
 
23.10.2023 - 15:54

Tvær kvinnur eru í dag dømdar fimm ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya. 

Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroyar við Norrønu í august í ár. 

Kvinnurnar vóru tiknar til viks til kanningar hjá tollvaldinum og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði kr+ogvað kokain uppi á sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var uml. 794 gramm.

Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðani tær komu til Føroya. 

 

Sera vandamikið rúsevni

Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Prísurin á gøtuni í Føroyum er umleið 1.800-2.000 krónur pr. gramm.

Ákæruvaldið kravdi, at kvinnurnar skuldu revsast við fimm ára fongsulsrevsing, umframt at tær skuldu vísast úr Føroyum fyri alla tíð. 
 
Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnurnar fimm ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin legði hald á kokainið. 
 
Verjarnir skutu dómin inn fyri landsrættin, men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum.

Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um tað eisini skal skjóta dómin inn fyri Landsrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576