Brasilski matvørumyndugleikin avlýst vitjan fleiri ferðir

Brasilski matvørumyndugleikin avlýst vitjan fleiri ferðir
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at góð útlit eru at fáa heilusfrøðiliga góðkenning í Brasil, og hevur lagt nógv fyri at fáa avtaluna í lag
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt nógva orku í at fáa heilsufrøðiligu avtaluna í lag við Brasil í lag.
 
24.10.2023 - 10:57

Hóast brasilski matvørumyndugleikin, MAPA, var boðin til Føroya fyri tveimum vikum síðani, kom hann ikki.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur spurt, hví so var, á donsku sendistovuni í Brasil, men hevur ikki frætt haðani.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Una Holm Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um atgongd á brasilska marknaðin.

Høgni Hoydal svarar, at avtalað var við MAPA í París 22.mai í ár, at MAPA skuldi koma til Føroya í september.

Eftirlitsvitjanin var so seinni flutt til heystfrítíðina, men hon var so ikki.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarn Árting Rubeksen)

 

Góð útlit

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir útlitini fyri at fáa heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil at vera góð.

Men slík góðkenning fer at krevja nógv av bæði Heilsufrøðiligu starvsstovuni og av virkjunum, sum ætla at útflyta til Brasil. 

Føroyar hava tó drúgvar royndir frá øðrum avtalum, millum annað við Russland, Kina og Vjetnam.

Tað ber væl til at hava og røkja slíkar avtalur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur lagt nógva orku í at fáa heilsufrøðiligu avtaluna í lag, bæði við at fyrireika skrivliga grundarlagið og sjálva eftirlitsvitjanina. 

 

Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Àrting Rubeksen)

 

Avlýst í evstu løtu

Í tveimum umførum hevur næstan alt verið klárt til sjálva eftirlitsvitjanina, men í báðum førum hevur MAPA avlýst í síðstu løtu.

Høgni Hoydal sigur eisini, at Uttanríkistænastan eisini leingi hevur arbeitt á ymsum mótum við at fremja málið. 

Uttanríkistænastan samskiftir við brasilsku sendistovuna í Keypmannahavn og við donsku sendistovuna í Brasil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083