Samgongufundur um skattalætta og rullandi veiðiloyvi

Samgongufundur um skattalætta og rullandi veiðiloyvi
Fundurin byrjaði í Tinganesi klokkan 14
Rullandi veiðiloyvini, sum Dennis Holm umsitur í landsstýrinum, er av eitt málunum, sum verða viðgjørd á samgongufundinum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2023 - 14:31

Skattalætti og rullalandi veiðiloyvi eru høvuðsevnini á samgongufundinum, sum byrjaði í Tinganesi fyri løtu síðani.

Tað skilst á lagnum, at samgongan ætlar at fíggja skattalættan við at lækka toppskattamarkið í skattalógini, og at taka sjómannafrádráttin og uttanlandsfrádráttin av í stigum.

Harumframt er ætlanin at hækka oljuavgjaldið.

Onnur mál, sum væntandi eisini verða umrødd á samgongufundinum, eru russlandssáttmálin, gongd í haga, ferðaseðlaprísir og tøkugjaldið í alivinnuni.

John Johannessen fylgir samgongufundinum. Hann var í útvarpstíðindunum klokkan 14:

 

25102023_Samgongufundur_og_John

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá samgongufólk komu á fund í Tinganesi:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541