Kliptu 36 nummarplátur í nátt

Kliptu 36 nummarplátur í nátt
Eigarar kunnu skráseta akfarið aftur, tá teir hava goldið skuldina. 
23 akfør í Eysturoynni og í Norðoyggjum og 13 akfør í høvuðsstaðarøkinum mistu pláturnar í nátt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.10.2023 - 08:58

Aftur í nátt var politiið úti og tók nummarplátur.

23 akfør í Eysturoynni og í Norðoyggjum og 13 akfør í høvuðsstaðarøkinum mistu pláturnar í nátt.

Akstovan biður politiið taka pláturnar, tá eigarin skyldar vegskatt ella trygging ella bæði.

Eigarar kunnu skráseta akfarið aftur, tá teir hava goldið skuldina. 

Í gjár kom eisini fram, at 79 akfør høvdu mist pláturnar.

Afturat teimum 36 í nátt, so hava 115 akfør mist pláturnar seinastu næturnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928