Kroyst húsarhald

Kroyst húsarhald
Privata húsarhaldið í Føroyum er alsamt meira kroyst, skrivar Starvsfelagið í eini greining.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
 
26.10.2023 - 19:25

Um hugt verður nærri eftir einari familju við tveimum børnum, sum býr í egnum sethúsum, hevur eitt lán á 2,5 mió. krónur, eitt billán og annars vanligar útreiðslur, ið hoyra húsarhaldinum til, eru mánaðarligu føstu og skiftandi útreiðslurnar í alt øktar við 34 prosentum, svarandi til 11.000 krónur um mánaðin.

Síðani 2020 er matur hækkaður við sløkum 19 prosentum, olja umleið 70 prosent og rentuútreiðslur við stívum 55 prosentum.

Samanumtikið kann sigast, at húsarhaldini eru farin at raðfesta øðrvísi. Hetta kann samanberast við útsagnir frá føroysku peningastovnunum um, at eftirstøðan hjá húsarhaldunum ikki er økt, tí tey framvegis megna at rinda rentur og avdráttir til tíðina. 

Stóri spurningurin er tó, um húsarhaldini framhaldandi fara at megna hetta, tí alsamt fleiri ábendingar eru um, at tey verða meira og meira kroyst av øktum útreiðslum, skrivar Starvsfelagið í greiningini, sum Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, hevur gjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392