Færri jarðskjálvtar, men framvegis vandi fyri eldgosi

Færri jarðskjálvtar, men framvegis vandi fyri eldgosi
Í gjár sluppu nøkur av teimum, sum eru flutt burtur úr Grindavík, heimaftur at taka virðislutir, djór og annað úr húsunum
Nógvu jarðskjálvtarnir á leiðini við Grindavík hava eisini gjørt skaða á vegirnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.11.2023 - 08:54

Tað er vorðið nakað friðarligari í jørðini undir Grindavík á Reykjanesi í Íslandi. Í nátt eru bara skrásettir 300 jarðskjálvtar við býin Grindavík.

Í gjár vóru 2.800 skjálvtar í økinum, skrivar íslendskar kringvarpið, RÚV.

Men vandin fyri eldgosi er framvegis stórur.

Fríggjadagin vóru íbúgvarnir í Grindavík við stuttari ávaring fluttir úr býnum, men í gjár sluppu nøkur teirra heimaftur at taka virðislutir, djór og annað úr heiminum.

Bergur Hermans Bergsson, sum arbeiðir hjá íslendsku veðurstovuni, var í Grindavík í gjár. Vit tosaðu við hann seint í gjárkvøldið:

 

13112023_Island_og_jardskjalvtar

 

Í morgun hittast umboð fyri veðurstovuna, løgreglu og landsbjargingarmyndugleikan at umrøða støðuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120