Beinleiðis fyrireiking til dystin móti Albania

Beinleiðis fyrireiking til dystin móti Albania
Tað er eingin trupulleiki, at seta seg upp til vinardystin móti Noregi í annaðkvøld, tað siga royndu verjuspælararnir Odmar Færø og Viljormur Davidsen
Kringvarpið
Viljormur Davidsen og Odmar Færø hava spælt 129 landsdystir til samans. Í annaðkvøld er vinardystur móti Noregi.
15.11.2023 - 14:47

Í annaðkvøld spælir føroyska A-landsliðið móti Noregi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

Dysturin er klokkan 18 og verður stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Landsdystir altíð nakað serligt

Hóast talan er um ein vinardyst, krevst eingin eyka motivatión, sigur verjuskansin, Odmar Færø.

Norra er grannaland og vit eru lítlibeiggin, tað er ikki neyðugt at brúka orku upp á at seta okkum upp, er boðskapurin hjá KÍ-miðverjanum.

Trýstið er kanska ikki tað sama í vinardystum, sigur Viljormur Davidsen, varaliðskipari, sum kortini leggur dent á, at avrikið ongantíð skal liggja eftir.

Varaliðskiparin heldur eisini, at í vinardystum er møgueiki fyri at spæla meira ósmæðið.

Huglagið og samanhaldið gott

Landsliðið stendur saman og huglagið er gott í hópinum, hóast úrslitini í hesari EM-undankappingini ikki hava verið minnisverd, tað siga Odmar Færø og Viljormur Davidsen, sum tilsamans hava spælt 129 landsdystir fyri Føroyar.

Føroyska landsliðið hevur bert megnað at fingið eitt stig í EM-undankappingini. Tað kom í 1-1 javnleikinum móti Moldova á útivølli 24. mars í ár, sum eisini var fyrsti dysturin í hesari EM-undankappingini.

Síðani er tað blivið til seks ósigrar upp í slag, seinast tapti landsliðið 1-0 fyri Kekkia í Plzen.

Fýra ferðir áður móti Noregi

A-landsliðið hjá monnum hevur spælt fýra ferðir móti Noregi og tapt hvørjaferð.

Landsliðið spældi tveir vinardystir í 1992 og 1993 móti norðmonnum.

Fyrra dystin taptu føroyingar 2-0 og seinna 7-0.

Í undankappingini til EM 2020, spældi føroyska landsliðið eisini tvær ferðir móti Noregi.

Á útivølli tapti føroyingar 2-0 og á heimavølli 4-0, báðir dystirnir vóru spældir í 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926