Tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum

Tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum
Løgreglan hevur í nátt steðgað tveimum bilførarum, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
18.11.2023 - 10:34

Politiið hevur í nátt steðgað tveimum bilførarum, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Í øðrum førinum var ein bilur steðgaður í norðurøkinum og í hinum førinum í Eysturoynni.

Í Eysturoynni vóru eisini tvey fólk tikin við meira rúsevnum uppi á sær, enn teimum tørvaði til egið brúk.

Vakthavandi sigur, at politiið kann visitera fólk, um illgruni er um rúsevni, og so var í hesum báðum førunum.

Politiið hevur eisini í øðrum førum í nátt gjørt slíkar kanningar, men uttan at nakar var tikin.

Ein maður, sum var ólátaður og breyt skilhaldsreglurnar, varð koyrdur í brummuna at sova rúsin av sær.

Onkur ferðsluóhapp hava eisini verið.

Í hálkuni í gjáramorgunin vórðu tveir bilførarar tiknir á bóli, so bilarnir koyrdu útav, annar við brúnna um Streymin og hin við Ljósáir. Báðir bilarnir gjørdust vrak.

Og um áttatíðina í gjárkvøldið rendi ein bilur inn í síðuna á einum øðrum, tí bilførarin ikki helt sína víkiskyldu. Hetta var á krossvegnum oman á kaina á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928