Minni goldið úr Barsilsskipanini í ár

Minni goldið úr Barsilsskipanini í ár
Heldur burðartalið fram at minka, er skynsamt at endurskoða antin inngjald ella útgjald, sigur landsstýriskvinnan
Við ársenda 2022 vóru 16 mió. kr. í Barsilsgrunninum. (Savnsmynd)
 
21.11.2023 - 08:29

Higartil í ár hevur Barsilsskipanin goldið 128,5 mió. kr., sum er hálv millión minni enn somu tíð í fjør.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið at vita frá Umhvørvismálaráðnum, at tá barsilslógin var broytt í 2021, so inngjaldið hækkaði og vikutalið var longt, var roknað við, at Barsilsskipanin fór at geva eitt ávíst yvirskot fram til 2026, tá hon var framroknað at javnviga. 

Hetta yvirskotið skuldi vera í Barsilsgrunninum at standa ímóti sveiggjum í inngjøldum og útgjøldum. Tað skuldi vera 27 mió. kr. í 2026.

 

Endurskoða gjøldini

Síðani er burðartalið minkað.

Heldur tað fram at minka, er skynsamt at endurskoða antin inngjøldini ella útgjøldini, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Við ársenda 2022 vóru 16 mió. kr. í Barsilsgrunninum. 

Sannlíkt verður eisini yvirskot í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890