Jarðskjálvtar ávirka søluna hjá Icelandair

Jarðskjálvtar ávirka søluna hjá Icelandair
Jarðskjálvtarnir og jarðfrøðiliga virksemið á Reykjanesi merkist eisini á søluni av flogferðaseðlum hjá Icelandair
Icelandair hevur ikki selt so nógvar ferðaseðlar sum væntað seinastu vikurnar
Mynd: Savnsmynd  
 
21.11.2023 - 20:05

Íslendska flogfelagið Icelandair merkir eisini ávirkanina av jarðskjálvtunum við Reykjanes.

Flogfelagið sigur í eini fráboðan, at sølan av flogferðaseðlum til Íslands komandi vikurnar er væl minni enn roknað varð við, og at tað uttan iva stendst av jarðskjálvtunum og vandanum fyri eldgosi á Reykjanesi.

Enn er flogferðslan til og úr floghavnini í Keflavík ikki ávirkað, og Icelandair hevur ikki havt nakrar avlýsingar ella broytingar orsakað av jarðfrøðiliga virkseminum.

Bogi Nils Bogason, forstjóri í Icelandair, sigur sambært Vísir, at Icelandair hevur nógvar royndir við, at sterku náttúrumegirnar kunnu ávirka flogferðsluna, og at felagið er væl fyrireikað til møguligar avbjóðingar orsakað av tí jarðfrøðiliga virkseminum, sum nú er á Reykjanesi.

Hann roknar eisini við, at Icelandair kemur út úr 2023 við einum yvirskoti, hóast sølan av flogferðaseðlum nú er minni enn væntað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120