Heimsins størsta ísfjall farið at reka

Heimsins størsta ísfjall farið at reka
Ísfjallið hevur staðið fast á havsins botni í meir enn 30 ár
Ísfjallið A23a er nærum tríggjar ferðir størri enn Føroyar
Mynd: Reuters  
 
25.11.2023 - 16:20

Í 1986 bleiv ísfjallið, sum seinni fekk navnið A23a, til í Antarktis, og stutt seinni rak tað á land í Weddelhavinum millum Dronning Maud Land og Antarktis-hálvoynna, skrivar NRK.

Men í 2020 fór tað at rinka, og nú hava granskarar staðfest, at A23a er farið at reka og í løtuni er nær norðurendanum á Antarktis-hálvoynni.

Ísfjallið er risastórt - næstan 4.000 fermetrar. Tað er nærum tríggjar ferðir størri enn allar Føroyar. Tað vigar nærum tríggjar billiónir tons og er meir enn 400 metrar tjúkt.

Tað er ikki óhugsandi, at ísfjallið fer at reka heilt norður til Suðurgeorgia-oyggjarnar í suðuratlantshavinum. Tað kann ávirka djóralívið í økinum, tí um ísfjallið rekur upp á land, kann tað forða kópum, pingvinum og fuglum í at sleppa framat mati.

Ísfjallið kann eisini reka móti Suðurafrika og vera til ampa fyri skipaferðsluna har á leiðini.

Sambært NRK halda serfrøðingar ikki, at tað er nøkur ávís orsøk til, at ísfjallið nú er farið at reka aftur. Øll ísfjøll minka við tíðini, og A23a er helst bara blivið lættari og minni og er tí aftur blivið leyst av havbotninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133