
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja viðgerð av málunum um pensjónir er ikki á skránni fyri tingfundin í dag sum ætlað.
Eftir ynski er viðgerðin útsett til seinasta tingfund, tá eisini Suðuroyartunnilin skal viðgerast.
Viðgerðin er sett á dagsskránna fyri seinasta tingfundin, sum verður 19. mai.
Talan er um tvey mál, sum snúgva seg um pensjónir: lóg um sokallaða "Tíðartreytaða pensjón" og lóg um "Áseting av pensjónsaldri."
Málini bæði eru liðugt viðgjørd í Trivnaðarnevndini, og á heimasíðuni hjá nevndini liggja tey núfrámerkt sum "mál, klárt til 3. viðgerð".
Men tey verða kortini ikki viðgjørd í dag.
Ynski um at bíða
Spurd, hví pensjónsmálini ikki eru komin á skránna fyri tingfundin í dag, svarar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, at tey verða viðgjørd á allarseinasta tingfundinum, áðrenn farið verður í summarfrí.
- Tað hevur verið eitt ynski um at bíða við pensjónsmálunum til allarseinasta tingfund, sigur løgtingsforkvinnan. Hon fæst tó ikki at siga, hvørjum hetta ynskið er komið frá.
Málið var, at alt skuldu verða avgreitt hesa vikuna, men so kom ein eyka tingfundur á skránna. Hetta gjørdi, at málið um Suðuroyartunnilin ikki fekk triðju viðgerð hesa vikuna.
Tí vera triðju viðgerðir av øllum hesum trimum málunum, tá síðsti tingfundur er, sigur Bjørt Samuelsen.
Eirikur í Jákupsstovu.
Vildi havt avgreitt málið í dag
- Tað er ikki eftir ynski frá mær, at triðja viðgerð av pensjónsmálunum er útsett. Tað sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.
- Málini vórðu samtykt við aðru viðgerð og eg rokni við, tey eisini verða samtykt við triðju viðgerð, sigur hann.
- Fyri mítt viðkomandi hevði tað verið fínt, um triðja viðgerð var í dag, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum altso ikki hevur biðið um at fáa triðju viðgerð av pensjónsmálunum útsett til allarseinasta tingfundin.
Vit hava ringt til Aksel V Johannesen, løgmann, og sent honum sms-boð at spyrja, um tað er eftir ynski frá honum. Løgmaður hevur ikki svarað.
Pensjónsaldurin má hækka
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur sagt alla tíðina, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, kemur ikki uppá tal at gera nakran Suðuroyartunnil.
- Hetta kann ljóða, sum at vit vilja hækka pensjónsaldurin, so at vit kunnu gera ein tunnil. Men soleiðis er tað ikki, sigur Ruth Vang.
Vit noyðast at hækka pensiónsaldurin, tunnil ella ei, sigur hon.
- Tað, sum eg so nú havi tryggjað mær, er, at vit fara ikki undir arbeiðið at gera Suðuroyartunnil, áðrenn pensjónsaldurin er hækkaður.
- Vit kunnu ikki leggja ta byrðuna omaná, uttan at vit eru farin undir at loysa haldførisavbjóðingarnar, sigur Ruth Vang.
Hon leggur afturat, at tað er heldur ikki hennara ynski, at triðja viðgerð av pensjónsmálunum er útsett til seinasta tingfundin.
Helst frá Javnaðarflokkinum
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, heldur, at ynskið um at útseta triðju viðgerð av pensjónsmálunum, er helst komið frá Javnaðarflokkinum. Hann heldur, at kanska stúrir onkur fyri, at broytingar kunnu henda, og tí vilja politikarar tryggja sær, at málini verða viðgjørd samstundis.
Árni Gregersen var gestur í útvarpsstovuni:
Seinasti tingfundur, áðrenn farið verður í summarfrí, verður 19. mai.
Á skránni eru fýra triðju viðgerðir. Umframt tey bæði pensjónsmálini og tunnilsmálið, er eisini málið um Ílegginargrunnin: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a)