Kommunurnar minni í skatti

Kommunurnar minni í skatti
Serliga kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava mist
 
03.10.2013 - 09:13

Kommunurnar fingu seks milliónir krónur minni í skatti til 1.oktober enn í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Taks.

Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vága kommuna hava fingið meira í sínar kassar í ár.

Kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava fingið minni til 1.oktober. Tórshavnar kommuna lækkaði skattaprosentið í ár.

Verður skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu í ár umroknað til skattaprosentið í fjør, so fær høvuðsstaðarkommunan 0,93 prosent minni higartil enn í fjør, upplýsir Taks.

Annars hevur Tórshavnar kommuna fingið 3,3 prosent, 15,3 mió. kr., minni enn í fjør, nú skattaprosentið er 20,25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329