Gasa: Fólkið hevur ongastaðni at flýggja

Gasa: Fólkið hevur ongastaðni at flýggja
ST-aðalskrivarin sigur, at hann er stúrin um støðuna, og heitir á Ísrael um at gevast við álopunum
Hildið verður, at talið á palestinum, sum flýggja undan álopunum í Gasa, er tvífaldað seinastu dagarnar.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.12.2023 - 08:33

Fólkið í Gasa hevur ongastaðni at flýggja undan ísraelsku álopunum, nú ísraelski herurin eisini er farin at leypa á sunnara part av Gasageiranum.

Tað segði ST-aðalskrivarin , António Guterres, í gjárkvøldið.

Hann segði seg vera sera órógvaðan av støðuni, og heitti enn einaferð á Ísreal um at gevast við álopunum, tí tey, sum flýggja, hava sera lítið at lívbjarga sær við, og einki trygt stað at leita sær til.

 

António Guterres, ST-aðalskrivari.

 

Samstundis sum ísraelska innrásin í Gasa fer longri suður, verður torførari at fáa neyðhjálp fram, tí hon er higartil komin eftir vegunum úr sunnara parti av Gasageiranum, og vantandi neyðhjálpin ger eina dapra humanitera støðu enn verri, sigur Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá TV2, sum er staddur í Jerusalem:

 

05122023_Tantholdt

 

Sambært BBC er talið á palestinum í Gasageiranum, sum eru flýddir heimanifrá undan krígnum, tvífaldað seinastu tríggjar vikurnar, upp í 1,9 mió. fólk.

Góðar tvær mió. fólk búgva í Gasageiranum.

 

Svanna Højgaard Joensen.

 

Palestina og Føroyar

Eins og føroyskir politikkarar alt fyri eitt eftir álopið á Ísrael 7. oktobur vístu Ísrael sín stuðul, áttu teir eisini nú at víst palestinska fólkinum sín stuðul.

Tað var áheitanin frá teimum, sum í gjárkvøldið, fyri áttandu ferð, skipaðu fyri stuðulstiltaki á Vaglinum í Havn.

Svanna Højgaard Joensen var millum teirra, sum skipaðu fyri tiltakinum:

 

05122023_Palesrina_og_Foroyar


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053