Klaksvík hevur kulfaktor 5,4

Klaksvík hevur kulfaktor 5,4
Ein Spyr.fo spurnakanning, ið er gjørd fyri Kulfaktor Føroya, vísir, at Klaksvík hevur kulfaktor 5,4. Men hvat heldur tú? Hvussu kul er Klaksvík?
Klaksvík er staðið, ið higartil hevur skorað hægst kulfaktor
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
13.12.2023 - 09:00

500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul Klaksvík er á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?

"Hetta er ein býur, ið sigur, at nú eri eg ein modernaður tænastubýur, og ikki longur ein fiskivinnubýur, sum Húkurin annars kundi bent á."
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

 

 

Úrslitið gjørdist, at Klaksvík hevur ein kulfaktor upp á 5,4, sum er hægsti kulfaktorur higartil. 

 

Hvør er kulfaktorurin hjá Klaksvík? Øll Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 8,80 % 6,36 % 10,98 %
2 3,40 % 2,97 % 3,79 %
3 6,80 % 4,66 % 8,71 %
4 8,20 % 6,36 % 9,85 %
5 15,60 % 16,10 % 15,15 %
6 10,00 % 9,75 % 10,23 %
7 14,40 % 14,41 % 14,39 %
8 14,00 % 18,64 % 9,85 %
9 3,80 % 3,39 % 4,17 %
10 - sera kul 9,20 % 9,75 % 8,71 %
Veit ikki 5,80 % 7,63 % 4,17 %

 

Føroyingar seta Klaksvík í samband við vinnulív

Í spurnakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, og har ið 500 fólk um alt landið eru spurd, spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Klaksvík.

"Hetta er flottur og modernaður arkitekturur, ið tekur fatur um røturnar á tí gamla og siðbundna mentanararvinum."
Nina Arge, arkitektur

 

 

Flestir føroyingar seta vinnulív í samband við Klaksvík. Kirkjur og samkomur er næst á listanum, meðan ítróttur er nummar trý á listanum. 

 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Klaksvík? Øll Kvinnur Menn
Vinnulív 60,60 % 51,27 % 68,94 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 59,20 % 59,75 % 58,71 %
Ítrótt 49,20 % 50,42 % 48,11 %
Fjølbroytt úrval av handlum 32,80 % 42,80 % 23,86 %
Størri tiltøk 28,80 % 30,08 % 27,65 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 24,60 % 30,93 % 18,94 %
Mentan og list 12,20 % 13,56 % 10,98 %
Umhvørvi og grøn øki 8,60 % 10,17 % 7,20 %
Fornminni 6,20 % 5,08 % 7,20 %
Góð byggilist 5,80 % 5,51 % 6,06 %
Einki av hesum 5,40 % 4,66 % 6,06 %

 

"Samanhaldið í býnum er ekstremt gott. Tað kann ikki samanberast við nakra aðra kommunu í landinum." 
Karl Johansen, borgarstjóri

 

 

Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Klaksvík?

At vera kul (cool) kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd – stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

 

Loading Poll...

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985

Meira um sama evni