Orkuískoytið verður 10.000 krónur næsta ár

Orkuískoytið verður 10.000 krónur næsta ár
Løgtingið hevur samtykt broytingaruppskot frá samgongufólkunum í trivnaðarnevndini
Tingið samtykti við triðju viðgerð eitt broytingaruppskot um at hækka orkuískoytið næsta ár, úr 5.000 upp í 10.000 kr. (Savnsmynd)
 
13.12.2023 - 13:37

Nú er greitt, at orkuískoytið næsta ár verður tvífalt so stórt, sum landsstýrið ætlaði.

Løgtingið hevur við triðju viðgerð samtykt eitt broytingaruppskot frá samgongufólkunum í trivnaðarnevndini um at hækka orkuískoytið upp í 10.000 kr. í 2024.

Landsstýrið skeyt upp, at orkuískoytið skuldi vera 5.000 kr., og tað var eisini samtykt við aðru viðgerð.

Við triðju viðgerð var broytingaruppskotið samtykt við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Tingið hevur eisini samtykt, at orkuískoytið verður 5.000 kr. í 2025 og 5.000 kr. í 2026. 

Umboð fyri fakfeløg sótu á áhoyraraplássinum í tinginum, tá uppskotið var til viðgerðar.

Fakfeløgini og Samtak høvdu heitt á tingið um m.a. at hækka orkuískoytið upp í 12.000 kr.

 

Liljan Weihe og Sonja Jógvansdóttir kjakaðust um orkuískoyti. 

 

Hoyr brot úr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við Liljuna Weihe, lim í trivnaðarnevndini, og Sonju Jógvandóttir, samskipara í Samtaki, í útvarpstíðindunum: 

 

13122023_Liljan_og_Sonja

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659