Avgreiða fíggjarlógina í næstu viku

Avgreiða fíggjarlógina í næstu viku
Tíðarfreistin millum aðru og triðju viðgerð er ov stutt til, at triðja viðgerð kann vera í morgin sum ætlað
Uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um fíggjarlóg er samtykt við aðru viðgerð, og triðja viðgerð verður í næstu viku.
 
14.12.2023 - 09:43

Seinasti tingfundur fyri jól verður fyrst í næstu viku.

Tá skal uppskotið um fíggjarlóg fyri 2024 hava triðju viðgerð.

Fundurin skuldi annars vera í morgin, men farið var um midnátt, tá onnur viðgerð var liðug. 

So tíðarfreistin millum aðru og triðju viðgerð er ov stutt til, at triðja viðgerð kann vera í morgin.  

 

Skrivligir fyrispurningar

Løgtingið fer at viðgera tríggjar skrivligar fyrispurningar í dag.

Kaj Leo Holm Johannesen spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um palliatión í Føroyum,

Johan Dahl spyr Høgna Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, um ikki sjøtul skal setast á at menna vinnuliga sjófeingið, og Jenis av Rana spyr Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um feilin í lønarlyftinum hjá heilsuhjálparunum.

Tingfundurin í dag er kl.10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083