Lønarlyft: Ikki roknivilla, men mistak í kunningini

Lønarlyft: Ikki roknivilla, men mistak í kunningini
Ruth Vang, landsstýriskvinna, svarar skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað skrivligum fyrispurningi um lønarlyftið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.12.2023 - 10:38

Tað var ikki ein roknifeilur, men eitt mistak í kunningini, sum er send fakfeløgunum.

Soleiðis er svarið frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Hann hevur skrivligan fyrispurning um feilin í lønarlyftinum hjá heilsuhjálparunum.

 

Jenis av Rana spurdi um lønarlyftið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki nóg neyv kunning

Kunningin frá Fíggjarmálaráðnum var ikki nóg neyv í mun til tann týdning, hægri lønarkarmurin fór at hava fyri lønirnar hjá heilsurøktararum samanborið við lønirnar hjá heilsuhjálpararunum, og tað er her mistakið liggur, svarar Ruth Vang. 

Hetta broytir tí einki viðvíkjandi støddini á lønarlyftinum. Og er tí heldur ikki nakað, sum eigur at verða rættað. 

Heilsuhjálparar fáa 1.448 kr. og heilsurøktarar 1.646 kr. í lønarlyftinum.

Tað er tann hægri lønarkarmurin, sum heilsurøktararnir fingu í nýggja sáttmálanum, sum ger, at munurin á endalønini hjá heilsurøktararum og hjá heilsuhjálpararum verður 1.000 kr. størri enn tað, sum kunnað var um upprunaliga.

Les svarið her.

Fylg tingfundinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083