Vitlíki er ársins orð 2023

Vitlíki er ársins orð 2023
10 orð vóru í uppskoti at gerast ársins orð 2023, men tá avtornaði bleiv tað orðið "vitlíki", ið fekk heiðurin
Ársins orð 2023 gjørdist vitlíki
 
15.12.2023 - 09:42

Lurtarar hava sent Góðan morgun Føroyar uppskot um ársins orð, og tað komu óvanliga nógv uppskot inn í ár. 

Burtur úr rúgvuni vóru 10 orð vald at vera við í kappingini. 

  • avgjald
  • fótfjøtur
  • gongugjald
  • havnarstongsul
  • heimloysi
  • ja takk-tilboð
  • lønarlyft
  • tingkvinna
  • tøkugjald
  • vitlíki

Tá avtornaði var tað orðið vitlíki, sum er føroyska orðið fyri AI, artificial intelligence.

Dómsnevndina mannaðu Lena Reinert, limur í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Jastrid á Dalbø, næstforkvinna í felagnum Føroyamál.

Jón Brian Hvidtfeldt helt, at havnarstongsul skuldi vera ársins orð, meðan Jastrid á Dalbø vísti á vitlíki. 

Tískil var tað Lena Reinert, ið átti avgerandi atkvøðuna, og hon vísti eisini á vitlíki. 

Hoyr avgerðina her:

1642186

 

Áttanda ársins orð

Um vit taka saman um orðini, ið hava verið vald undanfarin ár, sær listin soleiðis út:

2016: hjúnabandslóg
2017: fiskivinnunýskipan
2018: ræstkjøtaburgari 
2019: heimafriður
2020: sóttarhald
2021: sammóðir
2022: stuttflutt
2023: vitlíki

 

Ársins orð í Danmark: Chat GPT
Ársins orð í Norra: KI generert
Onglandi: Rizz, charisma

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985

Meira um sama evni