Kulfaktor Føroya: Klaksvík skilir vøtnini

Kulfaktor Føroya: Klaksvík skilir vøtnini
Antin halda fólk, at Klaksvík als ikki er kul, ella halda tey, at Klaksvík er sera kul
Tað er kanska ikki so óvæntað, at tað eru sterkar og sera ymiskar meiningar um Klaksvík
Mynd: Norðoya kunningarstovan  
 
18.12.2023 - 16:00

Í sambandi við sendirøðina Kulfaktor Føroya, so hava lesarar her á heimasíðu Kringvarpsins eisini havt møguleika at atkvøtt um kulfaktorin hjá støðunum, ið eru umrødd í sendirøðini. 

Klaksvík var umrøtt í síðstu viku, og tá bleiv staðfest, at ein Spyr.fo kanning vísti, at Klaksvík hevði ein kulfaktor upp á 5,4 av 10.

Les eisini: Klaksvík hevur kulfaktor 5,4

 

Anti sera kul ella als ikki kul

Lesararnir hjá Kringvarpinum fingu eisini høvi at atkvøða her á heimasíðuni, og tann atkvøðugreiðslan staðfesti, at Klaksvík er ein býur, ið skilir vøtnini. 

 

29 prosent av teimum, ið hava atkvøtt her inn á heimasíðuni, halda, at Klaksvík "er sera kul".

22 prosent halda hinvegin, at Klaksvík "als ikki er kul".

Enn ber til hjá fólkum at atkvøða um kulfaktorin hjá Klaksvík her.

 

Er Tvøroyri kul?

Í morgin klokkan 17.05 er Kulfaktor Føroya aftur á skránni í útvarpinum, og tá verður kulfaktorurin hjá Tvøroyri, harundir eisini Trongisvágur og Froðba, máldur. 

 

Gunnar Nolsøe er á ferð saman við serfrøðingunum Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin innan býarskipan. 

Tosað verður eisini við fólk á staðnum um, hvat tey halda um heimstaðin. 

 

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266