Í myndum: 2023

2023 var eitt hendingaríkt ár.

Her á heimasíðuni er árið í myndum hjá framúrskarandi myndamanninum Bjarna Árting Rubeksen.

 

Januar

2023 byrjaði við, at Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall úr bólkinum Vágaverki vóru gestir í sendingini Leitisstein 17. januar.

27. januar var hátíðarløta í Vestmanna, tá ið Faer Isles Distillery setti gongd á whiskyframleiðsluna. 

“Tað er ein dreymur, ið gongur út,” ásanna Bogi Karbech Mouritsen og Dánial Hoydal, ið eru ávikavist høvuðsbryggjari og stjóri í Faer Isles Distillery, tá ið fyrstu whiskydroparnir vórðu latnir á tunnur í virkisbygninginum í Vestmanna.

 

Februar

3. februar varð Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heiðraður í sambandi við, at hann hevur sitið 50 ár í Tórshavnar býráði. Í tí sambandi varð Heðin Mortensen eisini heiðraður av Drotningini. Heðin Mortensen er nú ikki bara Riddari av Dannebrog og riddari "af første grad" av Dannebrog. Nú er hann eisini "Kommondør af Dannebrogordenen".

11. februar vinnur føroyski Rani "Reiley" Petersen danska Melodi Grand Prix'ið, og 20. februar bleiv Reiley-fepurin sleptur leysur í SMS, tá ið Rani Petersen kom aftur til landið at verða fagnaður eftir sigurin í Melodi Grand Prix. 

8. februar var ódnarverður, og upptakið var stórt. 

Ódnarveðrið kom við nógvum áarføri. 

Ársdagin fyri russisku innrásina í Ukraina, 24. februar, varð ukrainska flaggið vundið á stong í Tinganesi. 

 

Mars

3. mars var Bjarni Árting Rubeksen við føroyska punkrokk-bólkinum 200 í Studio Bloch í Havn. Tað vóru sjey ár síðani, at 200 seinast gav eina plátu út, og tað vóru fýra ár ov nógv, hildu limirnir.

8. mars var Høllin á Hálsi á gosi, tá ið føroyska hondbóltslandsliðið við monnum basti Rumenia 28-26. Sigurin var eitt avgerandi fet á leiðini fram móti EM-endaspælinum í hondbólti. 

9. mars vóru FMA-tónleikaheiðurslønirnar handaðar, og Jóan Jakku Guttesen, sum er kendur frá bólkunum Tinganest og Vágaverki, fekk ársins tónleikaheiður. 

RSP var uttan iva mest umtalaða og umstrídda tónleikanavnið á heimliga tónleikapallinum í 2023, og til FMA vóru teir heiðraðir fyri at vera ársins spíri.

22. mars vitjaðu NATO-herskip í Føroyum. Russiska innrásin í Ukraina var beinleiðis orsøk til, at minusópara-herflotafylgið hjá Ole Torstein Sjo, kommandørkapteyni, var í Føroyum. 

14. mars var gamli bygningurin, ið hýsti Stella Maris vøggustovuni í Havn, niðurtikin. 

 

Apríl

18. apríl lógu russisk fiskiskip við bryggju í Havn beint framman fyri Tinganes.

Skipini vóru undir illgruna fyri at njósnast fyri Russland. 

21. apríl mótmæltu næmingar á Glasi vakmyndatólunum, ið vóru sett upp á skúlanum. 

Næmingar á Glasi vildu ikki finna seg í at vakmyndatól vóru sett upp fleiristaðni á skúlanum.

30. apríl var stór Nato-venjing undir Føroyum. Endamálið var at duga betur at finna og eyðmerkja kavbátar í skiftandi umhvørvum, og fjølmiðlar vóru bodnir umborð á eitt av skipunum at fylgja venjingini.

Herflotavenjingin kallaðist Dynamic Mongoose, og venjingin byrjaði í Noregi, áðrenn hon helt fram í Føroyum, og síðani endaði eina viku seinni í Íslandi.

25. apríl var flaggdagurin hátíðarhildin í Havn, og sum siðvenja er, gingu skótarnir skrúðgongu gjøgnum býin. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, helt flaggdagsrøðu á Vaglinum í Havn. Í røðu sínari minti Theodor Eli Dam Olsen okkum á, at tað er eingin sjálvfylgja at búgva í einum landi við fólkaræði ella at eiga sítt egna flagg.

 

Mai

4. mai gjørdi manningin á Góðan morgun Føroyar-sendingini hjá Kringvarpi Føroya av at liva eina viku uttan snildfonir. 

3. mai var seinasti skúladagur á Glasi, og tað feiraðu næmingarnir við at lata seg í sum jólamenn og -nissur og steðga ferðsluni á Marknagilsvegnum. 

9. mai var fyrra hálvfinalan í heimsins størstu sangkapping, Eurovision Song Contest, sum í fjør varð hildin í Liverpool í Onglandi. 

Rani Petersen úr Havn skrivaði føroyska tónleikasøgu, tí Reiley, sum Rani kallar seg, tá ið hann framførir tónleik, er fyrsti føroyingur, sum hevur sungið seg til luttøku í Eurovision-sangkappingini. Tíverri rakk Reiley ikki finaluna við sanginum "Breaking My Heart". 

Eurovision Song Contest er heimsins størsta sangkapping, og tað bleiv einki spart, tá ið umboðini fyri ymsu londini framførdu sínar sangir

Fyrsti nýføðingurin í Føroyum, sum løgfrøðiliga hevur tvær mammur, var føddur í 2023. Tær báðar Annika og Karin Vang, ið hava gingið á odda í stríðnum fyri at tryggja sammøðrum somu rættindi, eru foreldur at dreingjabarninum. 


 

Juni

22. juni fingu næmingar á Glasir prógvini. Her er tað Samuel Johansen Chukwudi, ið fær prógv. 

Seinni sama dag, 22. juni, savnaðust allir studentarnir í Viðarlundini í Havn. 

 

Juli

21. juli fylti Eivør Pálsdóttir 40 ár, og hon feiraði dagin við at fara í Studio Bloch at taka eina nýggja plátu upp. 

Eivør og maðurin, Tróndur Bogason, ið skriva og framleiða tónleikin saman. Nýggja plátan kemur út í summar. 

G! festivalurin 2023 varð fyriskipaður í Syðrugøtu í døgunum 15. til 17. juli. Alskyns føroysk og útlendsk nøvn vóru á skránni. 

Byrta og onnur føroysk tónleikanøvn vóru tey, ið savnaðu flest fólk á Sandinum hesar dagarnar. 

G! festivalurin 2023 fer í søguna sum ein tann best fyriskipaði G! festivalurin nakrantíð, sum eisini innihelt nógvar minniligar løtur

Ólavsøkudag 29. juli var sera vátt á Tinghúsvøllinum í Havn, tá ið fólk vóru savnað at lýða á skrúðgonguna og kórsangin. 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sendir veðurgudunum eina inniliga bøn um, at tað skal slíta í. 

 

August

Allan august mánað lógu tríggir døglingar og dusaðu sær á Kaldbaksfirði. 

Døglingarnir vóru sera væl umtóktir millum bæði føroyingar og ferðafólk, ið streymaðu til, fyri at síggja og avmynda døglingarnar. 

Í døgunum 3. til 5. august bleiv Summarfestivalurin fyriskipaður í Klaksvík. 

Lagið var gott á fólki, og veðrið skikkaði sær eisini væl. 

Alt yvirskuggandi høvuðsnavnið á Summarfestivalinum var svenski rokkbólkurin Europe, ið spældi eina rimmar konsert. 

30. august varð skipað fyri aðalorðaskifti um tónleikapolitikkin í Kringvarpi Føroya í Løkshøll í Runavík. 

Óluva Zachariasen var orðstýrari. 

31. august bórust tíðindini, at nunnur gevast við virkseminum í Føroyum. Fransiskanarasystraskipanin hevur verið í Føroyum síðani 1931.

 

September

8. september vitjaði ukrainski sendimaðurin í Danmark í Føroyum, har hann millum annað varð gestur hjá Trónda Olsen í Breddanum. 

"Eg vil fyrst og fremst takka føroyska fólkinum fyri, at tit hava tikið so væl ímóti ukrainum. Tey eru trygg og glað, og hava ongar trupulleikar her," segði ukrainski sendiharrin, Mykhailo Vydoinyk. 

8. september legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fram eina nýggja nettrygdarætlan fyri Føroyar. 

12. september fóru semingsmenninir til verka í eini roynd at fáa eina semju millum lønardeildina í fíggjarmálaráðnum og sjúkrarøktarfrøðingarnar. 

Semingsroyndin varð hildin í Hotel Føroyum. 

Fyrsta royndin vardi í fleiri dagar, og her hava Óluva í Gong og hinar í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sligið høvdini saman í einum steðgi í semingsroyndini. 

Eitt tað mesta umtalaða tiltakið í 2023, bæði millum manna og í løgtinginum, var søguløtan við dragdrotningini Sirously í sambandi við Minniluta filmsfestivalin í Norðurlandahúsinum. Í umskapanini frá Siri til Siriously hugleiddi Siri Súsonnudóttir Hansen, ið sjálv er tvíkynd, um nakrar av teimum fordómum og tí fordøming, ið framvegis fylgja við, tá ið ein livir opið sum tvíkynd og torir at standa við sítt og skilja seg burtur úr mongdini.  

 

Oktober

18. oktober blivu mentanarvirðislønirnar fyri 2023 handaðar í Miðnámi í Vestmanna. Birita Mohr, sjónleikakvinna, ið er vorðin minnisveik, fekk Serstøku virðisløn landsins frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum. 

7. oktober var ein serlig framførslan í Norðurlandahúsinum. Fjøllistarliga framførslan JÖRÐ setti bæði spurnartekn við okkara samband við jørðina, men granskar eisini uppruna norðurlendskar kvinnumyndir. 

JÖRÐ er sprottin úr samrøðum millum tær fimm listakvinnurnar, ið standa aftanfyri, um hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.

7. oktober var skipað fyri tónleikatiltakinum HOYMA fyri tíggjundu ferð í Syðrugøtu. 

HOYMA er sermerkt á tann hátt, at konsertirnar eru inni í stovunum hjá fólkum í Syðrugøtu, og tær eru allar í stóran mun akustiskar. 

Jógvan Joensen, tónlistamaður, ið sjálvur eisini framførdi, eina inniliga løtu, meðan hann lurtar eftir unnustuni Elinborg framføra til HOYMA. 

26. oktober fangaði Bjarni Árting Rubeksen Tórodd Poulsen í Steinprent í Østrøm í Havn. 

19. oktober slapp almenningurin fyri fyrstu ferð at uppliva nýggja mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið. 

Varpið er í allar mátar ein perla, bæði arkitektonisk og innihaldsliga, og tað er lítið at ivast í, at mentanarhúsið fer at kollvelta mentanarpallin í bæði Klaksvík og Føroyum. 

30. oktober fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall, ið raktu sjúkrahúsini kring landið meint. 

Í sambandi við verkfallið var eisini skipað fyri skrúðgongu. 

 

Fleiri fakfeløg fóru í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingum. 

26. oktober vann KÍ fyrsta evropiska dystin í Conference League-bólkaspælinum. 

KÍ vann sannførandi 3-0 á Olimpija Ljubljana úr Slovenia á Tórsvølli. 

 

November

7. november fer uttanlandsnevnin á fund um Russlandssáttmálan, ið hevur verið eitt av heitastu politisku evnunum í 2023. 

14. november vóru hópuppsagnir á Kringvarpi Føroya. Ivan Hentze Niclasen, Kringvarpsstjóri, boðar frá, at stovnurin er noyddur at spara 11 ársverk, umframt at nógvar framleiðslur eisini skulu sparast burtur. 

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum endaði í løgtinginum, ið valdi at leggja seg út í verkfallið og lóggeva nakrar sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis. Her er Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, á veg í løgtingið við listanum yvir sjúkrarøktarfrøðingar, ið hann ikki heldur, kunnu fara í verkfall, uttan at lív og heilsa hjá sjúklingum kemur í vanda. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ið tøttum samráði við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. 

KÍ gjørdist júst ov stutt í royndini at spæla seg víðari úr bólki A í UEFA Evropa Conference League-kappingini. Á heimavølli spælir KÍ javnleik móti fronsku Lille og vinnur á slovensku Olimpija Ljubljana, men tapir tepurt 1-2 móti Slovan Bratislava. Á útivølli gongur ikki so væl, og KÍ tapir allar dystirnar. 

 

Desember

5. desember brestur ein bumba undir føroyska skúlaverkinum, tá ið tað verður kunngjørt, at Føroyar hava "dumpað" í altjóða Pisa-royndini. Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra afturgongd í støddfrøði og lesing. Og talan er um lakasta og vánaligasta úrslitið í eini Pisa-roynd higartil.

Í desember var, sum altíð, nógv virksemi í sambandi við, at fíggjarlógin fyri 2024 skuldi samtykkjast. 

Andstøðan royndi, sum altíð, at seta kílar í samgonguna, og heilt fram til triðju og seinastu viðgerð komu fleiri broytingaruppskot frá andstøðuni, ið øll fullu. 

Skipað varð eisini fyri einum forfólkaumfari í sjónvarpinum í desember. 

Stríðið millum Ísrael og Hamas hevur elvt til stríð herheima millum tey, ið stuðla Ísrael, og tey, ið hava samhuga fyri ósekum palestinum, sum eru fangaðir í skotlinjuni. 

17. desember skipaði bólkurin "Samhugi við Palestina" fyri kyndlagongu í miðbýnum í Havn

12. desember var almenn móttøka í nýggja Sjóvinnustýrinum á Giljanesi

21. desember læt Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu, og samstundis sigldi Teistin sín seinasta túr á Sandoyarleiðini, ið síðan varð niðurløgd. 

Hóast fólk fagnaðu nýggja tunlinum, so var tað eisini ein sorgblíð løta, tá ið siglt varð seinastu ferð. 

Jónleif Láberg hevur ført Teistan, síðani skipið kom í flotan hjá Strandfaraskipum landsins í 2001. Og nú Sandoyarleiðin var niðurløgd, takkaði Jónleif eisini fyri seg sum skipari. 

Sandoyar tunnilin er 10,8 kilometrar langur og harvið tann næstlongsti undirsjóvartunnil í heiminum. 

"Stríðið er vunnið," staðfesti Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og fyrrverandi løgtingslimur, tá ið hann kvetti snórin í Sandoyartunlinum. 

Gott nýggjár.

Er kopiera