23 skaðafráboðanir

23 skaðafráboðanir
 
01.01.2024 - 13:00

Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt hóast nýggjarsaftan og ringt veður.

23 fráboðanir komu um smærri skaðar á húsaklædningar, tekjur og rútar. Seinasta fráboðanin kom klokkan 10 í gjárkvøldið.

Bál
Og í sambandi við nýggjarsaftanshald hava nógv ætlað at brent bál, men løgreglan hevur varhugan av, at nógv bál ongantíð vórðu tendrað, orsakað av veðrinum. 

Løgreglan fekk tó eina fráboðan um eitt bál sum fólk vóru stúrin um. Tað var í Skálafjørðinum

Einasta fráboðan, sum hevði við fýrverk at gera var um eina neyðrakett, sum var lend á einari tekju. Rakettin var tó slóknað tá hon lendi á tekjuni. 

Rúsdrekkakoyring
Ein persónur var tikin fyri at koyra ávirkaður í gjár. Tað var seinnapartin stutt fyri klokkan seks. Hetta hendi norðaliga í eysturoynni.

Løgreglan hevði nokk av fólki til arbeiðis í gjár. Og tað gekk sum sagt friðarliga fyri seg. Men aftaná klokkan fýra í nátt byrjaðu fólk at síggjast í býnum. Helst tí at veðrið tá bleiv frægari, sigur vakthavandi. 

Í hesum sambandi eru tríggjar fráboðanir komnar um brot á skilhaldsreglurnar. Og í morgun hevur løgreglan hjálpt onkrum ávirkaðum fólkum til hús aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928