Ungfólk í Danmark fáa serligt tilboð um ráðgeving móti harðskapi

Ungfólk í Danmark fáa serligt tilboð um ráðgeving móti harðskapi
Kanningar vísa, at harðskapur í barnaárunum veksur um vandan fyri at verða fyri harðskapi í parlagi seinni í lívinum
Nýggja tilboðið skal fyribyrgja, at ungar gentur og ungir dreingir koma sær í eitt harðligt parlag. (Savnsmynd)
 
02.01.2024 - 15:02

Ung í nøkrum donskum kommunum, sum eru rakt av harðskapi, fáa nú eitt serligt tilboð um dulnevnda ráðgeving.

Kreppumiðstøðin í Holstebro byrjar nú tað fyrsta ráðgevingartilboðið av hesum slag, skrivar danska kringvarpið.

Talan er um ráðgeving til ung millum 14 og 17 ár, sum eru fyri sálarligum ella likamligum harðskapi.

Tilboðið hevur fingið heitið "Ung uttan harðskap."

 

Størri vandi á ferð

Kanningar vísa, at harðskapur í barnaárunum veksur um vandan fyri at verða fyri harðskapi í parlagi seinni í lívinum. Lítið sjálvsvirði og einsemi eru eisini kendar avleiðingar.

Leiðarin á Kreppumiðstøðini í Holstebro, Karin Houman, sigur seg vóna, at nýggja tilboðið fer at kunna fyribyrgja, at ungar gentur og ungir dreingir koma sær í eitt harðligt parlag.

- Tá tú ert 14 til 17 ár, fært tú tínar fyrstu parlagsroyndir. Við at veita ráðgeving tíðliga, kunnu vit vónandi fyribyrgja, at færri ung enda í harðligum parløgum, har samskiftishátturin millum tvey fólk er harðskapur, sigur hon við DR.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120