Fyrsti tingfundur í ár

Fyrsti tingfundur í ár
Fyrsti tingfundurin í 2024 verður 23.januar
Tingið kemur saman aftur 23.januar.
 
04.01.2024 - 05:54

Fyrsti tingfundurin í 2024 verður 23.januar.

Tá skal tingið millum annað viðgera uppskotini hjá landsstýrinum um brekumboð og um at broyta lógina um Húslánsgrunnin, so Bústaðir fáa størri heimildir.

Kommunur sleppa at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við Húsalánsgrunninum.

Og Húsalánsgrunnurin sleppur at læna 350 mió. kr. aftrat, so grunnurin fær heimild til at læna eina milliard og 50 milliónir krónur til at fíggja bústaðabygging.

Lógaruppskotið sigur eisini, at Húsalánsgrunnurin kann fara uttanlands at læna pening.

Sambært uppskotinum skal parturin hjá kommunum í almannagagnligum bústaðafelag vera millum 10 og 20 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011