Nýggjárskonsert um vikuskiftið

Nýggjárskonsert um vikuskiftið
Konsertin er klokkan sjey í Norðurlandahúsinum bæði kvøldini, og hon verður send í útvarpinum í annaðkvøld
Tóra Vestergaard hevur vant kórið, sum fer at syngja á nýggjárskonsertini í kvøld og í annaðkvøld
 
05.01.2024 - 17:00

Árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er um vikuskiftið - í kvøld og í annaðkvøld.

Fyrra konsertin er í kvøld klokkan sjey, og allan dag vóru venjingar í Norðurlandahúsinum.

Kór við útivið 90 sangarum er eisini við, og í dag hittu vit Tóru Vestergaard, sum hevur vant symfoniorkesturkórið:

 

05012024_Tora_Vestergaard


 Tríggir solistar eru við hesaferð. Tey eru tenorurin, Ivan Magri úr Italia, og føroysku Andrias Blaasvær á violin og Kristina á Váli á sello.

Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri.

Konsertin er klokkan sjey í Norðurlandahúsinum bæði kvøldini, og hon verður send í útvarpinum í annaðkvøld klokkan átta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711