Fóturin stóð aðalroyndina

bannari
Fóturin stóð aðalroyndina
Óli Mittún spældi frá byrjan í seinna venjingardystinum ímóti Belgia og staðfesti, at hann ikki merkti stórvegis til fótskaðan, sum hevur darvað seinastu tíðina
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
06.01.2024 - 22:20

Óli Mittún var aftur á vøllinum fyri fyrstu ferð, síðan hann fekk skaða í fótin í dysti fyri IK Sävehof um jólini. 

Fótfimi hvirluvindurin staðfesti eftir dystin, at fóturin stóð aðalroyndina, nú fyrsti EM-dysturin nærkast av álvara.

 - Tað er stuttligt at koma aftur á banan eftir steðg í nakrar vikur, og at eg ikki føldi nakað í fótinum er eitt sera stórt pluss, segði ungi bakspælarin.

Óli Mittún var á vøllinum fyri steðgin, og hóast dystarvenjingin manglar, vísti hann teimum 1800 áskoðarunum á Hálsi fleiri dømi upp á sínar dygdir.

 - Eg manglaði kanska eitt sindur av timing í tvídystunum, men tað er sjálvandi vanligt eftir eina tíð uttanfyri, so tað var super, at eg líka kundi fáa hendan dystin við, so fyrsti dysturin ikki er í Týsklandi.


So er tað nú

Tað er Slovenia, sum verður fyrsta EM-mótstøðuliðið hjá Føroyum í fyrsta dystinum hósdagin.

 - Vit eru kanska ikki byrjaðir at fáa nervar enn, men teir skulu nokk koma, segði Óli Mittún.

 - Hetta verður tann størsta upplivingin hjá okkum øllum, segði bakspælarin, sum hevði úr at gera við at skriva autografar og taka myndir saman við føroysku viðhaldsfólkunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112