Frí fosturtøka til og við 12. viku

Frí fosturtøka til og við 12. viku
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, heldur, at tíðin er búgvin at broyta fosturtøkulógina, sum er frá 1956
Landsstýrismaðurin í lógarmálum sendir nú uppskot um broytngar í fosturtøkulógini til hoyringar. (Savnsmynd)
 
08.01.2024 - 14:22

Kvinnur, sum búgva í Føroyum, skulu fáa møguleika at fáa fría fosturtøku til og við  12. viku í viðgongutíðini.

Tað stendur í grein 1 í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum. 

Hóast freistin sambært grein 1 er farin, kann kvinna fáa fosturtøku eftir 12. viku í viðgongutíðini, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.

 

Ótíðarhóskandi lóg  

Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er á mangan hátt ótíðarhóskandi, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Seinastu árini hevur nógv kjak staðist av lógini, og tíðin er nú komin at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin. 

Í løtuni hevur Bjarna Kárason Petersen tíðindafund um uppskotið um fosturtøkulógina, sum nú verður sent til ummælis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329