Vørubilar rinda meira í Sandoyartunlinum enn við Teistanum

Vørubilar rinda meira í Sandoyartunlinum enn við Teistanum
Prísurin fer úr 136 krónum aftur og fram við Teistanum upp í 300 krónur báðar vegir í Sandoyartunlinum
Ókeypis verður at koyra í Sandoyartunlinum til fríggjadagin, tá gjaldsskipanin kemur í gildi. Prísirnir verða teir somu sum í Eysturoyartunlinum.
 
08.01.2024 - 18:00

Vørubilar skulu gjalda munandi meira fyri at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin í dagtímunum, enn somu bilar rindaðu við Teistanum.

Prísurin fer úr 136 krónum við Teistanum upp í 300 krónur gjøgnum tunnilin.

- Príshækkingin skal setast í mun til tíðina, tann vinnurekandi sparir, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri.

Ottar Hentze, bóndi og sjálvstøðugur vinnurekandi á Sandi, undrast á ógvusligu príshækkingina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08012024_Vinnubilar_og_Sandoyartunnilin

 

Enn er ókeypis at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin, men fríggjadagin kemur gjaldsskipanin í gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329