Veljarakanning: Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin størstir

Veljarakanning: Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin størstir
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kundu einsamallir skipað samgongu, tí samgongan hevði mist meirilutan, um val var í dag, vísur veljarakanning í Sosialinum í kvøld
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, á løgtingsvali í 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2024 - 18:22

Sambært kanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið, hevði Fólkaflokkurin fingið størst undirtøku, 25,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 6,6 prosentstig, og flokkurin hevði fingið níggju tingsessir.

Sambandsflokkurin hevði verið næststørstur við 23,3 prosentum av atkvøðunum, sum er 3,3 prosentstig meira enn á valinum 8. november í 2022. 

Av flokkunum í samgongu, hevur Javnaðarflokkurin størstu afturgongdina, 4,8 prosentstig, og fær 21,8 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hevði fingið sjey tingsessir, ið eru tveir færri enn nú.

Tjóðveldi hevur eisini afturgongd og hevði fingið 15,8 prosent av atkvøðunum, sum er 1,9 prosentstig aftur eftir hæli. Flokkurin hevði fingið fimm sessir, sum er ein minni enn nú.

Framsókn hevði eisini mist undirtøku, tí við 5,7 prosentum av atkvøðunum, sum er ein afturgongd upp á 1,8 prosentstig, hevði hann mist annan tingsessin.

Miðflokkurin hevur eisini afturgongd, men varðveitir tó báðar tingsessirnar. Hann hevði fingið 5,8 prosent av atkvøðunum, - á valinum seinast fekk hann 6,6 prosent.

Nýggja kanningin hjá Spyr.fo vísir eisini, at Sjálvstýrið ikki hevði rokkið upp um tinggáttina, um val var nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011