Varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum

Varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt, sigur løgreglan
Maðurin var í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. (Savnsmynd)
 
12.01.2024 - 10:00

Løgreglan handtók fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.

Maðurin var í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Kanningardeildin hjá løgregluni hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og kanningarnar eru ikki lidnar. 

Tær fevna um m.a. um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot, sigur løgreglan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928