Tað verður serligt at møta Norra

bannari
Tað verður serligt at møta Norra
Helgi Hildarson Hoydal er ein av teimum, sum gleðir seg allarmest at spæla ímóti Norra. Hann hevur spælt í norskum hondbólti leingi, og hittir eisini onkran gamlan liðfelaga
12.01.2024 - 13:15

 - Tað verður serligt at møta Norra.

Tað sigur føroyski strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal, sum hevur spælt í norskum hondbólti í nógv ár.

 - Eg havi spælt saman við einum í norska hópinum, og kenni nakrar av hinum eitt sindur.


Eitt av bestu liðunum

Norra er eitt av sterkastu liðunum, sum er við í Týsklandi, og Helgi Hildarson Hoydal ivast ikki í, at teir fáa ein harðan dyst leygarkvøldið.

 - Vit vita, at teir eru væl skipaðir, hava eina góða verju og ein góðan málmann, og tað eru ting, sum vit mugu gera væl betri fyri at hava nakran møguleika í morgin, sigur royndi strikuspælarin.


Stórur miðlaáhugi

Fleiri norskir miðlar vóru og tosaðu við føroysku landsliðsspælararnar fyrrapartin, sum høvdu úr at gera.

 - Tað er jú ein lang søga millum Føroyar og Norra - 1000 ár aftur í tíðina - so tað er nokkso skeg, at Norra hevur áhuga fyri hesum dystinum, sigur Helgi Hildarson Hoydal úr Kristiansand Topphåndbold.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329