Helst brot á dátuvernd

Helst brot á dátuvernd
Tey, sum eiga Teslabilar, kunnu fáa eina stóran trupulleika í framtíðini, vegna framkomnu upptøkutólini, sum eru á bilunum, men sum møguliga stríða móti lógini
15.01.2024 - 20:04

Í drúgva tíð er spurnartekn sett við upptøkutólini á serliga Teslabilunum. Sakarmál koyra í Týsklandi, í Hollandi hava tey biðið Tesla gjørt broytingar og í Danmark eru serfrøðingar, ið halda, at tað ikki er loyvt, at hava hesi myndatólini.

Tesla var fyrst við framkomnum upptøkutólum í bilunum, men nú eru nøkur onnur bilmerki, sum eisini hava tílík tól. Upptøkutólini fáa alt við, sum hendir kring bilin, og tað er lætt at kenna fólk aftur.

Til ber eisini at fylgja við á eini app á telefonini og síggja alt, sum hendir kring bilin. 

Dátueftirlit í øllum Evropa viðgera í løtuni spurningin um upptøkutólini hjá Tesla bilum.

Føroyska Dátueftirlitið bíðar nú eftir, hvørja niðurstøðu dátueftirlit í øðrum londum koma til.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598