- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sølvi Vatnhamar: Eitt øgiliga flott punktum
Hann segði tað ikki beinleiðis, men sannlíkindini munnu vera stór fyri, at Sølvi Vatnhamar spældi sína síðstu finalu fyri Víking í kvøld.
- So er tað eitt øgiliga flott punktum at seta. Bæði fyri meg sjálvan, men eisini fyri Víking, segði 40 ára gamli miðvallarin.
Og hann hevði rætt. Víkingur spældi sannførandi og vann uppiborið 2-0 á KÍ, sum annars hevði favorittleiklutin á pappírinum.
Á vøllinum vóru Sølvi Vatnhamar og teir kortini rættiliga greitt omaná í dystinum, har Ingi Jonhardsson og Aron Jarnskor Ellingsgaard skutu málini - bæði eftir horna.
- Og Ingi. Hevði tú bara vitað, hvussu illa hann avsluttaði hasi í venjingini í gjørkvøldi, og so setir hann bóltin í trýkantin í kvøld. Tað er so forb**** flott, segði Sølvi Vatnhamar um fyrra málið, sum vinstri bakkurin skeyt eftir snildað hornastøðu.
Hetta var sjeynda steypagullið hjá mansliðnum hjá Víkingi, sum aftur og aftur hevur megnað at endurbygt liðið við ungum spælarum.
- Vit byrja av nýggjum, tá árið byrjar. Vit selja burtur av, og byrja av nýggjum. Vit selja burtur av í summarsteðginum, men vit svara bara aftur. Hattin av fyri Jóhan Peturi (Poulsen, blaðm.). Hvat hann ikki fær at fungera. Tað er heilt fantastiskt, segði Sølvi Vatnhamar.






















