Bóltarnir fóru niðan til Rokoko til venjing - tíbetur fór hann inn nú

Bóltarnir fóru niðan til Rokoko til venjing - tíbetur fór hann inn nú
Ingi Jonhardsson skoraði fyrra málið hjá Víkingi við frálíkum skoti eftir snildan hornavariant, men eins væl hevði ikki gingið til venjing. - Bóltarnir fóru niðan til Rokoko
05.09.2026 - 22:29

Nógv kenna helst klædnahandilin Rokoko í Norðagøtu, sum liggur eitt sindur omanfyri vøllin í Sarpugerði.

Tað var har, bóltarnir endaðu til venjingin hjá Víkingi fríggjakvøldið, tá Ingi Jonhardsson royndi at seta nýggjan hornavariant í netið.

Men fótbóltur er løgin. Í finalusigrinum á KÍ, skoraði bakkurin nevniliga upp á júst sama horna, og tað var ikki við mýkindum. Skotið sat heilt uppi í nærra horninum.

 - Eg haldi, eg royndi fimm ferðir (til venjing, blaðm.), men hann fór niðan til Rokoko hvørja ferð, men tíbetur fór hann inn nú, tá tað taldi, segði Ingi Jonhardsson.

Hann visti ikki, hvat hann skuldi gera, tá tað brádliga eydnaðist at leggja Víking framum.

 - Eg eri ikki vanur við at skora mál, so tað var bara at renna út til áskoðararnar og hoppa eitt sindur. Eg visti ikki, hvønn eg skuldi klemma, so eg tók bara tann nærmasta, segði bakkurin.

Løtu seinni tryggjaði Aron Jarnskor Ellingsgaard Víkingi sigurin við skoti eftir enn eitt horna.

 - Tá hugsaði eg, at "nú skulu vit bara berjast og verja tað heim, tí vit duga at lukka fyri, og tað gjørdu vit, segði ein fegin steypavinnari. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053