ALS bíligari

ALS bíligari
ALS-inngjaldið lækkaði á nýggjárinum
ALS eigur nú so nógvar pengar, at til ber at lækka inngjaldið.
 
16.01.2024 - 06:47

Inngjaldið til ALS er farið niður.

Tað lækkaði 1.januar úr einum prosenti niður í 0,8 prosent.

Fólk, sum fáa 300.000 krónur í løn um árið, spara góðar 500 krónur.

Inngjaldsloftið er eisini lækkað.

Tað er farið úr 6.500 krónum niður í 5.200 krónur um árið.

Tað merkir, at eingin løntakari fer at rinda meiri enn 5.200 krónur í ALS-gjaldi árliga.

50 milliónir minni

Løntakarar og arbeiðsgevarar fara at rinda ALS 25 mió.kr. minni hvør um árið.

Orsøkin til lækkingin er, at arbeiðsloysisskipanin er sera væl fyri fíggjarliga eftir nógv ár við sera lítlum arbeiðsloysi.

Eginognin í ALS-grunninum væntaðist at vera ein milliard og 250 milliónir krónur við árslok 2023.

Um so skuldi verið, at arbeiðsloysið í Føroyum fór upp í fimm prosent, hevði ALS kunnað útgoldið arbeiðsloysisstuðul í meira enn 25 ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815