Eingin lóg tryggjar næmingum góða inniluft

Eingin lóg tryggjar næmingum góða inniluft
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at í nógvum skúlum eru viðurskiftini ikki í lagi, heldur ikki í nýggjum skúlabygningum
Okkurt eigur at verða gjørt við innluftina hjá næmingum í skúlanum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. (Savnsmynd)
 
16.01.2024 - 08:49

Lærarar hava eina lóg, sum sigur, at inniluftin hjá teimum skal vera góð, meðan teir eru í skúla.

Arbeiðs- og umhvørvislógin tryggjar lærarum góða inniluft á arbeiðsplássinum. 

Men eingin lóg tryggjar næmingum góða inniluft í skúlanum

Tað sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, í Skúlablaðnum.

Tað eiga vit at gera nakað við alt fyri eitt, sigur hann.

 

Koltvísúrni og fuktur

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at markvirði er ikki sett fyri, hvussu nógv koltvísúrni ella fuktur kunnu vera í skúlahølunum. 

Og eingi krøv eru um ljóð- og ljósviðurskifti, ella minstamark fyri rúmmetur fyri hvønn næming ella tal á vesum. 

Veruleikin er, sigur Jacob Eli S. Olsen, at í nógvum skúlum eru viðurskiftini ikki í lagi, heldur ikki í nýggjum skúlabygningum. 

Sí greinina í Skúlablaðnum her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784