Altjóða holocaustdagur

Altjóða holocaustdagur
Fríggjdagin í komandi viku verður dagurin fyri altjóða holocaust og onnur fólkadráp hildin í hádeild í fólkaskúlanum.
Vestmanna skúli verður hesaferð karmur um altjóða holocaustdagin.
 
19.01.2024 - 17:45

Dagurin er altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett. Í ár er tað Vestmanna skúli, sum er vertur. 

Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum. Áhugin er vaksin so mikið, at í ár verða eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar eisini bodnir við. 

Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt land verður tikið upp í Afrika.

Altjóða Holocaust dagurin hevur áður viðgjørt jødatýningina undir øðrum verðaldarbardaga, kríggið á Balkan, fólkadrápið í Armenia og í fjør var tað fólkadrápið, eisini kallað, Holodomor, í Ukraina, sum ljós varð varpað á. 

Til Altjóða holocaust dagin er skráin løgd eftir, at næminganir fáa innilit í fólkadrápið í Ruanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791