FSF sett nýggjan aðalskrivara

FSF sett nýggjan aðalskrivara
Kristin Dam Ziska er settur sum nýggjur aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Hann hevur verið varaaðalskrivari í FSF seinastu 12 árini
Kristin Dam Ziska skal standa á odda fyri umsitingini hjá FSF
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
20.01.2024 - 12:48

Tað verður Kristin Dam Ziska, ið tekur við starvinum sum aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað hevur ein samd starvsnevnd hjá FSF gjørt av.

– Hetta er ein ótrúliga spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg við gleði og ágrýtni nú fari undir. Saman við feløgunum ynskja vit áhaldandi at betra og menna føroyskan fótbólt fyri at røkka okkara felags málum, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Kristin Dam Ziska er 38 ára gamal. Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, og hevur seinastu 12 árini verið varaaðalskrivari í FSF.

– Ein av fyrstu uppgávunum verður at dagføra bygnaðin fyri Fótbóltssamband Føroya, so hesin er samsvarandi tørvinum hjá føroyskum fótbólti, sum hevur verið undir stórari menning seinastu árini, sigur nýggi aðalskrivarin.

Kristin Dam Ziska tekur við starvinum sum aðalskrivari beinanvegin. 18 umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558