Trolbátarnir liggja enn

Trolbátarnir liggja enn
Tvey frystilínuskip fiska við Ísland, og seks eru á landgrunninum
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður í hesi vikuni. (Savnsmynd)
 
29.01.2024 - 08:27

Trolbátarnir liggja framvegis við bryggju.

Tað sigur Fiskamarknaðurin.

Um línuskip sigur hann, at eitt ísfiskalínuskip avreiðir í dag. Hitt liggur.

Tvey frystilínuskip fiska við Ísland, og seks eru á landgrunninum. 

 

Brúkiligur streymur

Um útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, men veðrið verður ikki av tí besta. Tí væntar Fiskamarknaðurin ikki nógvan útróður nú í vikuni.

Djúpvatnstrolararnir liggja allir, men fara út, tá veðrið batnar.

Um partrolarar verður sagt, at trý pør eru úti. Fiskaríð er misjavnt. Helst fara nøkur pør út, tá veðrið batnar.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 

Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Mono 2 - onnur sending
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096